Avhending av kt-skipanum

Hví skulu vit varðveita skjalasøvn?
Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja sína søgu.

Tjóðskjalasavnið tryggjar talgilda og fysiska atgongd til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri skjalasøvn er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv. Sí lógir og reglur.

Hvat skal avhendast Tjóðskjalasavninum?
Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um – út frá fráboðanini, um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.

Tak niður: Stutt og greitt um avhending av kt-skipanum

 

Mannagongd í stuttum:

Tak niður: Soleiðis er mannagongdin í sambandi við eitt kt-avhendingarmál.

Hesir fylgisseðlar skulu útfyllast og viðleggjast:

Fylgibræv til skjalasavnsútgávu (á føroyskum)
Fylgibræv til skjalasavnsútgávu (á donskum)

Sjónband um avhending av skjalasavnsútgávum: trýst her.

Filmsbrot av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-arkivarur, um "Avhending av kt-skipanum"