Tjóðskjalasavnið Faroese National Archives
V.U. Hammershaimbs gøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 05-07-2018
Tá skjøl verða avhendað, fer tað fram eftir nærri ásettum reglum, les meira her. Tað áliggur øllum almennum stovnum, bæði landsstovnum, ríkisstovnum í landinum, kommunum og kommunalum felagsskapum at hava skil á og varðveita øll skjøl, sum eru framleidd í fyrisitingini.
Einki má beinast burtur uttan við loyvi frá Tjóðskjalasavninum, sum eisini hevur eftirlit við, at savnindini eru trygt varðveitt, áðrenn tey verða avhendað. Tjóðskjalasavnið setur tí krøv til, hvussu almenn søvn verða varðveitt, meðan tey enn eru á stovununum. Tjóðskjalasavnið nýtir í hesum sambandi vegleiðingar hjá Rigsarkivet í Danmark.