Góðkenning

Góðkenning av skrásetingarskipanum

Nýggjar journal- og skjalasavnsskipanir, herundir journal- og skjalasavnsætlanir við vegleiðingum og reglum um mannagongdir, skulu sendast Tjóðskjalasavninum til góðkenningar, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu.

Somuleiðis eiga broytingar í journal-, EMSH-, fak- og skjalsavnsskipanum á teldustøði at verða fráboðaðar Tjóðskjalasavninum, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu.

Eisini skulu ætlanir um nýggj skjalasavnshøli verða løgd fyri Tjóðskjalasavnið til góðkenningar. Sí annars undir KT-savnindi.