Ráðgeving

Tjóðskjalasavnið er ráðgevi hjá stovninum í skjalasavnsviðurskiftum, eitt nú í spurningum um málsgerð, journalviðurskifti, uppbygging av skjalasavni og gerð av yvirlitum yvir innihaldið í skjalasøvnunum og í spurningum um vanlig goymsluviðurskifti tá tað snýr seg um arkivhøli v.m. Á sama hátt veitir Tjóðskjalasavnið privatum - stovnum, virkjum og einstaklingum – ráð um skjøl og savnindi teirra. Móti gjaldi átekur Tjóðskjalasavnið sær eisini at skipa, pakka og skráseta savnindini hjá bæði almennum stovnum og privatum. Í vegleiðingunum um “journal og skjøl” og “høli og goymsluviðurskifti” finnast vanligastu krøvini, ið eru tengd at tryggari handfaring og varðveiting av skjølum og savnindum. Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, ið ikki eru umrøddir í omanfyri nevndu vegleiðingum, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing.

Journal og skjøl 

Høli- og goymsluviðurskifti

Pakking og merking