Eftirlit

Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við skjalagoymslum hjá øllum almennum myndugleikum í Føroyum og ásetur reglur um skipan teirra.

Myndugleikarnir hava tó sjálvir ábyrgdina av, at skjalagoymslur teirra verða uppbygdar og varðveittar í tryggum umstøðum, og tað áliggur øllum almennum stovnum at hava neyðturviligt fyrilit fyri skjølum sínum.

Í hesum sambandi, hevur Tjóðskjalasavnið, sum fastan tátt í arbeiði sínum at vitja stovnar og aðrar myndugleikar við jøvnum millumbilum.

Áðrenn vitjanina, verða spurnabløð send myndugleikunum at fylla út, soleiðis at púra greitt er, hvat Tjóðskjalasavnið leggur dent á at umrøða. Sí høgra bredda.

Spurnabløðini snúgva seg um ymisk viðurskifti, ið hava samband við journal, skjøl og goymslur, umframt stutta frágreiðing viðvíkjandi lógargrundarlagi og søguni hjá myndugleikanum.

Les meira um "Skjalasøvn, høli- og goymsluviðurskifti" her.

Í sambandi við eftirlit verða journalir, journalskipanir og onnur stýrings- og skrásetingaramboð umrødd. Mál verða kannað, bæði fyri innihaldsligum ella fysiskum brekum, og goymsluumstøðurnar og –skipanirnar verða eftirhugdar. Samstundis verða møguligar avhendingarmannagongdir avtalaðar og vrakingarskipanir umrøddar.