Fráboðan og góðkenning av kt-skipanum

Hví skulu KT-skipanir fráboðast Tjóðskjalasavninum?

Kt-skipanir skulu fráboðast Tjóðskjalasavninum, soleiðis at Tjóðskjalasavnið kann gera eina meting av, um innihaldið í skipanini skal goymast fyri eftirtíðina. Vit goyma upplýsingar, sum skjalfesta, hvussu tann kommunala fyrisitingin og landsfyrisitingin hevur umsitið sítt tilfeingi og gjørt í mun til borgaran. Tilfarið kann brúkast til at skriva Føroya søgu.

Tjóðskjalasavnið ger av, við støði í upplýsingunum í fráboðanini av kt-skipanini, um tilfarið í kt-skipanini skal goymast og sostatt avhendast sum eitt avrit til Tjóðskjalasavnið.

Hví skal boðast frá?

Allar kommunalar - og landsfyrisitingarligar kt-skipanir, ið innihalda ella viðgera dátur, skulu fráboðast. Tað kann t.d. vera sokallaðar “talgildar- máls-, skjala- og viðgerðarskipanir” (TMSVS/ESDH), dátugrunnar, hagtøl, SOA-skipanir ella jarðarmátingar, men eisini onnur sløg av skipaðum talgildum upplýsingum.

Nær skulu kt-skipanir fráboðast?

Ein nýggj kt-skipan skal fráboðast í seinast lagi tríggjar mánaðir, áðrenn skipanin verður tikin í nýtslu. Hetta er fyri, at Tjóðskjalasavnið kann náa at meta um, um nakað skal goymast, áðrenn nýggja skipanin verður tikin í nýtslu og um neyðugt ávísa ella viðmæla hóskandi loysnir upp á tykkara skjalasavnsspurningar. Um so er, at grundleggjandi broytingar verða gjørdar í mátanum, ið kt- skipanin skipar upplýsingar sínar, skal skipanin endurfráboðast Tjóðskjalasavninum.

Hvør skal boða frá kt-skipanini?

Tann myndugleikin, sum skal brúka skipanina, hevur ábyrgd av at boða frá skipanini. Um so er, at ein samtaksloysn t.d. ein samskipan av fleiri deildum, ráðum ella stýrum verður framd, er tað tann deildin, ráðið ella stýrið, ið hevur ábyrgd av íverksetanini, sum skal boða frá hesum. Tað skal síggjast í fráboðanini, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av skipanini.

Hvussu skal boðast frá?

Skipanin skal fráboðast við oyðublaði, sum finst á heimasíðu okkara. Á oyðublaðnum eru nakrir spurningar, ið skulu svarast og nevnd verða eisini nøkur skjøl, ið skulu sendast við fráboðanini.

Hvat skal fráboðanin innihalda?

Allar fráboðanir skulu innihalda upplýsingar um, hvør brúkar kt-skipanina, hvat endamálið við skrásetingini er, hvat tað skal brúkast til, hvussu tilfarið verður brúkt o.s.fr. Har aftrat skulu nakrar tekniskar upplýsingar gevast, sum lýsa, hvat slag av dátugrunni talan er um, hvørji dátusløg ganga inn í skipanina, hvussu kt-skipanin er tengd at øðrum kt-skipanum o.s.fr. Skjøl við tekniskari skjalfesting av kt-skipanini skulu eisini sendast við.

Um so er, at tykkara kt-skipan eisini skal góðkennnast

Um so er, at Tjóðskjalasavnið ger av, at dátur frá tykkara kt-skipan skulu goymast, skal Tjóðskjalasavnið eisini góðkenna hana, áðrenn hon verður tikin í nýtslu. Í so fall fáa tit boð um hetta, av tí at tit so eisini skulu fylla eitt góðkenningaroyðublað út, ið er á okkara heimasíðu. Tað ber eisini til at fylla bæði fráboðanar- og góðkenningaroyðublaðið út samstundis, soleiðis at vit kunnu avgreiða góðkenningina skjótari.

Um so er, at skjøl ikki eru í kt-skipanini?

Í teimum førum, har skjøl ikki eru í skipanini, minnir góðkenningaroyðublaðið nógv um fráboðanaroyðublaðið, men við størri denti á ta teknisku tilevningina av tykkara kt-skipan.

Um so er, at skjøl eru í kt-skipanini?

Í teimum førum, har skjøl eru í skipanini, skal upplýsast um, hvørji ynski eru um tíðaravmarking í sambandi við afturvendandi avhending til Tjóðskjalasavnið. Ein vegleiðing, sum m.a. lýsir leiðreglurnar fyri, hvussu skjøl og møgulig mál verða skrásett í skipanini, hvussu góðskueftirlit verður framt o.s.fr. Í oyðublaðnum er eisini møguligt at biðja um loyvi at vraka eina størri nøgd av skjølum í skipanini, um so er, at tit kunnu vísa á skipanarligar treytir fyri hesum.

Hvørjar tekniskar upplýsingar skulu sendast við?

Teknisk skjalfesting, sum lýsir bygnaðin í rakstrarskipanini, skal sendast við. Um so er, at dátubygnaðurin í kt-skipanini er óvanligur, kunnu vit biðja um eina skitsu, ella lýsing av, hvussu tit hugsa tykkum at skipanin kann konverterast/formbroytast til avhendingarformat.

Hvat hendir so aftaná?

Um so er, at vit meta, at dátur frá eini kt-skipan skulu varðveitast, skal ein dátuúrdráttur frá skipanini avhendast til Tjóðskjalasavnið. Tað verður vanliga gjørt, tá skipanin hevur verið virkin í fimm ár. Vit vísa á, hvussu dátuúrdrátturin skal skipast og skjalfestast, fyri at tryggja viðlíkahald og atgongd til upplýsingarnar nú og í framtíðini. Tá ein kt-skipan við skjølum hevur verið virkin í á leið tvey ár, seta vit okkum í samband við stovnin, ella veitaran av skipanini fyri at hoyra, um skipanin verður brúkt á tann hátt, sum hon er lýst í fráboðanini. Um so er, at hetta ikki er so, tosa vit saman um, hvussu hetta kann rættast. Eftirfylgjandi verður avtala gjørd um ein myndil fyri avhendan av skipanini.

Hvar lesi eg meira?

- Rundskriv um fráboðan og góðkenning av kt-skipanum

- Vegleiðing til rundskrivið um fráboðan og góðkenning av kt-skipanum

- Fráboðanarskema (føroyskt)

- Fráboðanarskema (danskt)

- Góðkenningaroyðublað (Góðkenning av kt-skipanum)

 

Vit mæla til, at tú lesur tilfarið ígjøgnum, áðrenn tú fyllur fráboðanaroyðublaðið út. Tilfarið finnur tú á www.skjalasavn.fo

Filmsbrot av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-skjalavørði, um "Fráboðan og góðkenning av kt-skipanum".

Hvat skal eg hava klárt?

Tá tú skal fylla fráboðanaroyðublaðið út, eru tað onkrar upplýsingar, sum tú skalt hava klárar. Tað eru upplýsingar um:

- Ognarrætt og brúkara

- Teknisk innrætting av kt-skipanini

- Samanhangur við aðrar kt-skipanir

- Leiðreglur fyri nýtslu av skipanini