Reglur og vegleiðingar

Í sambandi við avhending av kt-skipanum og dátum frá kt-skipanum, har avgerð er tikin um, at  varðveitingavirði finst, skulu myndugleikarnir avhenda eitt avrit (skjalasavnsútgávu) til Tjóðskjalasavnið.

Hetta skal gerast, áðrenn dátu- og kt-skipanir verða strikaðar, ella tá dátur ikki verða brúktar longur í fyrisitingarligum høpi.

Myndugleikar - sum arbeiða við skjølum, ið eru umfatað av persónsupplýsingarlógini - skulu avhenda skjøl, ið skulu varðveitast, til Tjóðskjalasavnið.

Um so er, at ein myndugleiki sjálvur velur at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast í samsvari við reglur um kt-avhending av skjalasavnsútgávum.

Skjalasavnsútgávan skal vera í einum ávísum tekniskum formati, sum er ásett í vegleiðingini í somu reglum. Uttan mun til hvar og hvussu myndugleikin ynskir at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast sambært reglunum hjá Tjóðskjalasavinum.

Samband:

Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:

Sí eisini lógir og reglur.

Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur framløgu um føroysku skjalasavnslóggávuna tann 8. mars 2018 á Hotel Føroyum: sí her.