Avhending av kt-skipanum
- Hví varðveita?
- Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja sína søgu.
- Tjóðskjalasavnið tryggjar talgilda og fysiska atgongd til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri skjalasøvn er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv. Sí lógir og reglur.
- Hvat skal avhendast?
- Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um - út frá fráboðanini - um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.
- Hetta fylgibrævið skal fyllast út og hjáleggjast:
- Les eisini:
- Stutt og greitt um avhending av kt-skipanum
- Soleiðis er mannagongdin í sambandi við eitt kt-avhendingarmál
- Samband:
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- skjalasavn@skjalasavn.fo
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.