Skip to main content

Ættarbandsskráin

 

Tjóðskjalasavnið og Ílegusavnið samstarva í hesi verkætlan. Sí meira her.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.

Skrásettir eru upplýsingar frá umleið seinastu 200 árunum, ið kunnu verða grundarlag fyri ílegugransking.

Tilfarið í ættarbandsskránni er grundað á keldur úr føroysku kirkjubókunum, fólkateljingum, Landsfólkayvirlitinum v.m.

Arbeiðið byrjaði í 2007 og er fíggjað sum partur av Ílegusavninum.

Tað er Ílegusavnið, sum umsitur Ættarbandsskránna og viðger umsóknir um at granska í upplýsingum í henni.

Samband:

Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú hevur fyrispurningar, viðmerkingar ella broytingar/upplýsingar til Ættarbandsskránna: