Gotisk hondskrift

Gotisk hondskrift bleiv nýtt fram til umleið 1875, tískil er tað neyðugt hjá teimum, ið ynskja at arbeiða við hondskrivaðum upprunakeldum frá fyri 1875 at læra seg gotiska hondskrift.

Umsitingarlig skjøl blivu skrivað við hond til umleið fyrst í 20 øld.

Prentað gotisk skrift er einfaldari at læra seg at lesa enn tann bylgjuta gotiska hondskriftin.

Ymisk leinkir viðvíkjandi gotiska hondskrift

Arkivverket í Noregi hevur ment eina ókeypis app til iOS-stýriskipanir, har ein kann venja seg at lesa gotiska hondskrift: Gotisk håndskrift.

Á heimasíðuni hjá Ríkisskjalasavninum í Danmark finst nógv kunnandi tilfar um gotiska hondskrift. Sí her.