Skip to main content

Tín korona-skjalfesting er Føroya søga!

Tjóðskjalasavnið heitir á allar føroyingar, t.v.s. á virki, feløg, felagsskapir, stovnar og á einstaklingar, í Føroyum og uttanlanda, um at senda inn tilfar, sum kann skjalfesta, hvussu koronakreppan ávirkar.

Tín søga í hesum koronatíðum hevur týdning fyri framtíðar fatanina av, hvussu alheims farsóttir og avbyrging av Føroyum ávirka okkum, og framyvir fara at ávirka okkum persónliga og samfelagsliga.

Neyðugt er tí at skjalfesta á hvønn hátt vit verða ávirkað, og so varðveita hesa skjalfesting. Hetta kann gerast við at senda inn tilfar til Tjóðskjalasavnið til at varðveita fyri framtíðina.

Tjóðskjalasavnið heitir tí á teg/tykkum um at senda inn tilfar, sum á ein ella annan hátt vísir og skjalfestir, hvussu føroyingurin handfer tær avbjóðingar, sum koronakreppan hevur (havt) við sær. Tilfarið verður hervið partur av søvnunum á Tjóðskjalasavninum og harvið eisini partur av Føroya søgu.

M.a. er áhugavert at fáa tilfar sum lýsir:

  1. Hvussu koronakreppan hevur ávirkað títt privatlív, arbeiðslív, skúlalív, frítíðarlív?
  2. Hvussu koronakreppan hevur merkt tykkara felag, virki, stovn, felagsskap?
  3. Broytingar í gerandisdegnum í sambandi við koronakreppuna.
  4. Broytingar í samskiftinum við familju, vinir, arbeiðspláss o.s.fr.
  5. Broytingar í samkomum, fundum, føðingardøgum o.s.fr. í sambandi við koronakreppuna.
  6. Serlig tiltøk, sum eru sett í verk í sambandi við koronakreppuna, t.d. virksemi, venjing, felagssangir online, savning av fólki (við frástøðu).

Sendast kann t.d.:

  1. Skrivligar frásagnir og frágreiðingar
  2. Roknskapir o.l.
  3. Samskifti, t.d. teldupost, skype, facebook, messenger
  4. Myndatilfar – bæði vanligar myndir (foto) og livandi myndir (video)
  5. Ljóðtilfar - poddvarp o.l.

Send inn skjalfesting:

Ver varug(ur) við, at tú ikki hevur loyvi at bera víðari viðkvæmar upplýsingar um onnur, herundir um heilsustøðuna hjá øðrum. Sí annars persónsupplýsingarlógina § 2 og § 10 her.

Korona-skjalfesting oyðublað

Hvat hendir við tínum upplýsingum?

Tá tú, umvegis oyðublaðið omanfyri, hevur sent tilfarið til Tjóðskjalasavnið, verða upplýsingarnar vardar sambært lógini um skjalasøvn og persónsupplýsingarlógini. Tí verða upplýsingarnar ikki frítt atkomiligar fyrr enn eftir 80 ár, sí § 13 í lógini um skjalasøvn. Tó kann Tjóðskjalasavnið sambært § 15 í somu lóg geva atgeingi í serligum førum. (Sí lóg)

Endamálið við innsavningini er, at varðveita tilfarið, so tað í framtíðini kann brúkast til søguliga og vísindaliga gransking, og tí verða upplýsingarnar bert givnar víðari til søguligt og granskingarligt endamál.

Tjóðskjalasavnið strikar ikki tínar upplýsingar. Tó tekur Tjóðskjalasavnið sær rættin til at strika tvítøk.

Spyr Tjóðskjalsavnið:

Hevur tú spurningar um, hvussu tú kanst senda inn til okkara, hvat tilfar hevur týdning ella nakað annað hesum viðvíkjandi, so ert tú vælkomin at senda fyrispurningin til: korona@skjalasavn.fo